Opel Insignia OPC - Line

Hesin Opel Insignia fekk Gull pakkan við tveimum settum av felgum og rútum. Tað vil siga vask, polering og viðgerð.

Vit byrjaðu við, at vaska hann fleiri ferðir, so at einki skitið var á honum. Vit vaskaðu hann enn einaferð meðan hann stóð inni. Hesaferð meira neyvt. Tað er av alstórum týdningi at bilarnir eru gullreinir áðrenn viðgjørt verður, tí annars verður úrsliti ikki eins gott.

Bilurin hevði tørv á rættiligari nógvari polering. Summi støð vóru verri enn onnur, men endaúrslitið var sera sera gott. So mikið gott, at vit fingu ein heiður frá veitarinum fyri bestu mynd í fyrstu viku í Mars. Vit poleraðu við CleaRub 305 og 505 við okkara Rupes lhr15 mk2 polerimaskinu.

Tá hann var poleraður, so vaskaðu vit alt poleringsevni av. Síðani sprændu vit hann við Nasiol Clean, ið tekur allan tann síðsta skittin. Síðani turkaðu vit við einum góðum mikrofibur klúti.

Nú var hann endiliga klárur til viðgerðina av Nasiol NL272. Eftir vit høvdu viðgjørt hann, mátti hann standa inni í 48 tímar.

Bilurin tóktist mestsum svartur, tá hann kom inn, og eftir polering og viðgerðina, so sá ein tað rætta flotta lakkið.

Endaúrslitið var at hann er skínandi, vardur og sera lættur at vaska í áleið 5 ár.